Hósvíkar kirkja
Klokkan
"De Smithske Støberier" í Ålborg lótu og gjørdu ta upprunaligu klokkuna, ið ljóðaði ógvuliga hart. Tað segðist, at hon í góðveðri hoyrdist heilt yvir til Selatraðar.Á tí klokkuni stóð: "De Smithske Støberier i Aalborg gjørde mig til Thorsvig Kirke Aar 1927. Jeg kalder paa gammel og paa ung, mest dog paa Sjælen træt og tung syg for den evige Hvile."Seinni er so nýggj klokka komin í kirkjuna, meðan tann gamla hongur uppi yvir portrinum inn í kirkjugarðin, sum ein útlykt.Á nýggju klokkuni stendur: "Eisbouts í Hollandi gjørdu meg ár 1985 til Hósvíkar kirkju" "Eg kalli á gomul og á ung mest tó á sál sum troytt og tung stundar á æviga hvílu" "Denne klokke afløser den første klokke støbt af de Smithske i Aalborg í året 1927."Kelda: Aref Tórsson Olsen: Hósvíkar kirkja í Palli Gregoriussen: Nýggjaru kirkjurnar, Forlagið í Stöplum 1999, s. 89.
Gamla klokkan
Upprunaliga klokkan hongur uppi yvir portrinum inn í kirkjugarðin, sum ein útlykt. Hon klovnaði og misti ljóðið og varð tí nýggj klokka keypt til kirkjuna."De Smithske Støberier" í Ålborg lótu og gjørdu ta upprunaligu klokkuna, ið ljóðaði ógvuilga hart. Tað segðist, at hon í góðveðri hoyrdist heilt yvir til Selatraðar.Á tí klokkuni stóð: "De Smithske Støberier i Aalborg gjørde mig til Thorsvig Kirke Aar 1927. Jeg kalder paa gammel og paa ung, mest dog paa Sjælen træt og tung syg for den evige Hvile." (1)Meðan bíðað var eftir nýggju klokkuni varð ein lítil klokka fingin til láns úr Havnar kirkju. (2)Keldur: 1) Aref Tórsson Olsen: Hósvíkar kirkja í Palli Gregoriussen: Nýggjaru kirkjurnar, Forlagið í Stöplum 1999, s. 89. 2) Samrøða við Signheðin Davidsen 30.09.25
Altartalvan
Altaratalvan, ið er vøkur og innilig, vísir Jesus saman við einum eingli og lærusveinunum í Getsemane. Ein dani, ið at Erik Jensen (1883-1974) málaði talvuna, og kostaði hon 500 kr. Hann hevur uttan iva fingið íblástur frá kenda danska málaranum Carl Bloch. Erik Jensen hevur annars málað fleiri altartalvur.Kelda: Aref Tórsson Olsen: Hósvíkar kirkja í Palli Gregoriussen: Nýggjaru kirkjurnar, Forlagið í Stöplum 1999, s. 89.
Urgan
Í byrjanini var einki orgul í kirkjuni. Hendingaferð var orglið hjá Hans Dávidi Hansen lænt. Tað fyrsta orglið var keypt í 1934. Tað var eitt gamalt orgul, ið keypt var. Seinni kom eitt annað orgul, ið hevði staðið í Víkar kirkju. Tað varð hildið at vera ov lítið har.Í 1980 kom so seinasta og núverandi orglið. Heitt varð á Verland Johannesen um at byggja eitt nýtt orgul, og gjørdi hann eitt við seks røddum. Orglið kostaði uml. 180.000 kr. og varð tikið í nýtslu 13. apríl 1980Kelda: Aref Tórsson Olsen: Hósvíkar kirkja í Palli Gregoriussen: Nýggjaru kirkjurnar, Forlagið í Stöplum 1999, s. 88-89. Ljóð: Guðstænasta Hósvíkar kirkju 07.09.25 https://kvf.fo/ljod/sending/gudstaenastur-i-utvarpi?sid=196612 Urguleikari: Hilmar Jan Hansen Ljóðtøkningur: Hjalmar Hvítklett
Kirkjulutir
Kalikur úr silvuri frá 1929. Diskur úr silvuri frá 1929. Breyðdós úr silvuri frá 1944. Sjeyarmaður ljósastaki úr messing. Tveir stórir ljósastakar úr messing. Kalikin, diskin og stakarnar góvu Grøn prestur og konan.Kelda: Aref Tórsson Olsen: Hósvíkar kirkja í Palli Gregoriussen: Nýggjaru kirkjurnar, Forlagið í Stöplum 1999, s. 89.
Doypifuntur
Dópsfat úr kanna eru úr tini.Kelda: Aref Tórsson Olsen: Hósvíkar kirkja í Palli Gregoriussen: Nýggjaru kirkjurnar, Forlagið í Stöplum 1999, s. 89.
Altardúkur
Altardúkurin er broderaður í venetianskari seyming. Myndevnið er einglar, krossar og blómur. Daniella Olsen hevur gjørt hann. Kirkjan fekk hann í 1992.Kelda: Paulina M. K. Eliasen: Kirkjuklæði, Føroyskt Kirkjumál, 2020, s. 207.
Slupp
Í kirkjuni hongur ein snotulig slupp, sum Dánjal Hermansen sáli hevur gjørt. Dánjal var sera hegnigur maður og gjørdi fleiri sluppir. Sluppin er nevnd Havgásin VN170, men skal ikki ímynda nakra ávísa slupp. Navnið og nummarið stavar frá maskinbáti, ið hoyrdi til húsið hjá Dánjali og teimum.Kelda: Aref Tórsson Olsen: Hósvíkar kirkja í Palli Gregoriussen: Nýggjaru kirkjurnar, Forlagið í Stöplum 1999, s. 89.
Slupp
Í desember 2010 fekk kirkjan modell av sluppini Nølsoy, sum fórst undir Íslandi í mai 1934. Við henni fórust 20 menn, av teimum 11 hósvíkingar. Finnbogi Christiansen í Vestmanna hevur gjørt modellið, sum varð latið av Thor.Kelda: Janus Mohr: Fjálgasta friðskjól á foldum; Forlagið Fannir 2014, s. 118.
Ljósakrúnur
Av fyrstan tíð vóru so nevndar spreiðaralampur nýttar til ljós, tríggjar hvørju megin. Á bróstunum vóru trýarmaðir stakar til stearinljós. Í 1935 komu ljósakrúnurnar, ið eisini vórðu nýttar til stearinljós. Tær vórðu fíggjaðar við basari. Seinni vórðu elperur settar í ljósakrúnurnar og stakarnar á bróstunum.Kelda: Aref Tórsson Olsen: Hósvíkar kirkja í Palli Gregoriussen: Nýggjaru kirkjurnar, Forlagið í Stöplum 1999, s. 88 og 92.
Trýarmaðir stakar
Av fyrstan tíð vóru so nevndar spreiðaralampur nýttar til ljós, tríggjar hvørju megin. Á bróstunum vóru trýarmaðir stakar til stearinljós. Í 1935 komu ljósakrúnurnar, ið eisini vórðu nýttar til stearinljós. Tær vórðu fíggjaðar við basari. Seinni vórðu elperur settar í ljósakrúnurnar og stakarnar á bróstunum.Kelda: Aref Tórsson Olsen: Hósvíkar kirkja í Palli Gregoriussen: Nýggjaru kirkjurnar, Forlagið í Stöplum 1999, s. 88 og 92.
Hósvíkar kirkja
Hósvík sigst vera gomul bygd. Sambært søgnini er hon ein av teimum fyrstu niðursetubygdunum. Maður nevndur Tórur setti seg niður sunnan fyri stóra heyggin syðst í bygdini. Víðari sigur søgnin, at uppi á heygnum var hov og verndarvirki, og rundan um heyggin var ein so breið grøv, at maður kundi ikki leypa tvørtur um hana. Húsini stóðu innan fyri grøvina. Bóndin hevði niðursetumann á Selatrað, tí haðani sást suður gjøgnum Sundalagið; og sást okkurt óvæntað, ófriðarskip ella annað, so varð glaðað. Einaferð í tíðini kom niðursetumaðurin yvirum og legði á bóndan, sum flýddi inn í hovið, har hann varð dripin saman við konuni. Tey vóru grivin í heygnum á einum staði, ið rópt verður "niðri í Kirkjugarði". Nevnda hov skuldi í kristnari tíð vera kirkja ella bønhús, og hetta er tað fyrsta vit frætta um kirkju í Hósvík. Peder C. Friis, ið veðrur mettur at vera rættuliga álítandi, hevur ein lista yvir kirkju í katólskari tíð. Har sigur hann, at kirkja er í Hósvík, og fleiri staðarnøgvn benda eisini á, at kirkja kann hava verið; t.d. Kirkjumørk, Kirkjutunga og Kirkjuteigar.Eftir at skúlin varð bygdur í 1897, og til kirkjan varð bygd, var lestur lisin í skúlanum, og hóast stovan var lítil og fjálg, so var ofta so trongligt, at børnini máttu sita í teimum breiðu vindeygakarmunum.Áðrenn núverandi kirkja varð bygd, gingu fólk fyri tað mesta í kirkju í Hvalvík, og við hvørt varð farið til Kollafjarðar - og hendingaferð til Selatraðar, eftir at kirkja var komin har. Farið varð bert í kirkju, tá altargangur var, og tey flestu fóru bara aðruhvørja ferð. Ofta varð farið langan veg at finna prest, bæði út á Nes, Strendur og til Kvívíkar.Nær tankin um at byggja kirkju stingur seg upp, er ilt at siga, men mangan man hann hava verið frammi, tí óhøgligt var at koma til nærmastu kirkjubygd, ið er Hvalvík. Í umbøn til Løgtingið í 1916 um stuðul verður greitt væl frá viðurskiftunum. Teinurin til Hvalvíkar er uml. 3 fjórðingar, og ongin vegur var, so neyðugt var at fara við báti, bæði til messu, barnadóp, brúdleyp og við líki. Hetta var sera tvørligt - serliga á vetrardegi - og hevði tað við sær, at nógv settust aftur, serliga konufólk og gomul, eins og trupult var at fylgja næstringum til gravar, at tey eldru ikki fóru í kirkju hevði eisini mangan ta óhepnu avleiðing, at tey ungu heldur ikki fóru. Hetta brævið høvdu 65 fólk, ið øll vóru yvir 18 ár, skrivað undir. Hetta vísir, at álvari var í, tí í 1916 vóru bert 133 fólk í bygdini. Álvarin verður eisini undirstrikaður av, at bøndurnir játta at lata ókeypis grundøki. Longu í 1913 fór Gudmund Danberg við lista um bygdina og fekk fólk at stuðla. Fólk tekna seg fyri 50 oyru og uppeftir. Striltið gongur at savna pening, tí í 1916 eru bara 1000 kr. fingnar til vega. Men nakrar krónur koma so við og við. Fiskimenninir lógu heldur ikki á latu síðu. Umborð á summum skipum fiskaðu hósvíkingar ein dag á túrinum fyri kirkjuna. Umsóknin til Løgtingið um stuðul í 1916 varð ikki gingin á møti, og somu lagnu fær ein umsókn í 1924. Tá eru 6000 kr. savnaðar, eins og tey hava fingið játtað ókeypis klokku. Men bygdarfólkið fellur ikki í fátt. Biðið varð um pengar í gjøgnum bløðini bæði í Føroyum, Danmark og Noregi. Í mong ár stóð lýsing í Dimmalætting: "Giv et bidrag til kirken i Thorsvig", og Grøn, prestur í Kvívík, gav út føstulestrar og lat ágóðan óskerdan fara til kirkjuna.Enn var ongin teknin fingin til vega, men tað bar so á, at ein ungur danskur arkitektur, Einar Hansen, lesur um kirkjuna, sum henda fámenta bygd ætlar at byggja. Hann setur seg í samband við Gudmund Danberg, ið stóð á odda fyri fyrireikingunum og bíður sær til at lata eina tekning ókeypis. Hetta tilboðið eru hósvíkingar ógvuliga takksamir fyri. So verður skrivað aftur og fram millum Gudmund og arkitektin. Einasta treyt, hósvíkingar leggja á, er, at krikjan skal vera sterk, tí í Hósvík er ógvuliga vindhart.So kemur ein tekning, men tá kannað verður, hvat kirkjan fer at kosta, vísir tað seg, at kostnaðurin verður umleið 42.000 kr. Hetta var nógv tá í tíðini, og einans 6000 vóru fingnar til vega. So varð heitt á arkitektin um at bera so í bandi, at kirkjan kundi byggjast bíligari. Hann kom so við eini nýggjari tekning, og sambært henni fór kirkjan at kosta einar 32.000 kr. Henda tekningin varð so góðkend, og kirkjan bygd eftir henni við smærri broytingum. Í 1926 varð so farið undir at stoypa. Eitt skifti var tað eitt ivamál, hvar kirkjan skuldi standa. Inni í kirkjugarðinum ella á heygnum oman fyri kirkjuna, har minnisvarðin nú er; men avgjørt varð, at byggja inni í kirkjugarðinum.Fyri stoypingini stóðu leirvíkingarnir John Johannesen og Emil Olsen. Bygdarmenninir hjálptu til. Eisini komu menn úr grannabygdunum at hjálpa. T.d. av Selatrað, har hósvíkingar høvdu verið, tá kirkjan varð bygd har eini 2-3 ár frammanundan. Fyri timburarbeiðnum stóð Nordal Jacobsen úr Klaksvík. Símun Guldbro úr Klaksvík stóð fyri málaraarbeiðnum.Ætlanin man hava verið, at kirkjan skuldi standa liðug í 1927, tí á árstalinum, ið bílagt varð, stóð 1927 og somuleiðis á fyrstu klokkuni. Hetta árstalið stóð í mong ár á kirkjuni, hóast hon ikki varð vígd fyrr enn tvey ár seinni. Men spakuliga gekk, lítið var til av pengum, fiskaprísirnir fullu, so at ikki fyrr enn í 1928, tá Løgtingið gav 13.000 kr. í stuðli kom ferð á byggingina. Loksins, 15. desember í 1929 - 3. sunnudag í advent - varð kirkjan vígd. Hetta gjørdist ein stórur dagur fyri bygdarfólkið, ið nú hevði arbeitt í umleið 16 ár fyri at fáa kirkju í bygdina. Eini 400 fólk vóru savnað til hátíðarhaldið. Jákup Dahl próstur vígdi kirkjuna. Kirkjan kostaði tá umleið 28.000 kr., men tá restaðu ljósakrúnur og orgul. Kirkjan í Hósvík stendur í tí láa bønum. Fyri avbygdafólk kann hon tykjast at hóska heldur illa inn í landslagið, men fyri hósvíkingar kennist hon heimlig. Hon vendir sum flestu aðrar kirkjur í Føroyum eystur og vestur, men í bygningssniði líkist hon ikki nakrari aðrari. Kirkjan er øll stoypt upp. Takið var upprunaliga av eternit, men í 1972 varð takið skift út við skifersteinar. Upprunaliga hevði kirkjan tvær inngongdir, eina í hvørjum enda, men seinni varð inngongdin í tí eystara endanum tikin burtur, tí illa gekst at fáa hurðina tætta. Vindeyguni eru ferhyrnt við diagonalum sprossum.Innan var øll kirkjan klædd við viði, uttan uppi í torninum, har betongveggirnir vóru berir. Gólvið undir bonkunum var eisini úr viði, men miðleingjan var løgd við flísum.Hósvíkar kirkja er vígd í 1929 og fylti sostatt hálvt hundrað ár í 1979. Longu í 1972 fóru fólk undir at savna pening og fyrireika hátíðarhaldið. Í 1977 varð farið undir at umvæla kirkjuna. Hvávið, veggirnir og gólvið, ið var turrmodnað, vórðu skift út. Kirkjað varð bjálvað bæði væl og virðiliga og vindeyguni skift út. Ætlanin var at nýta gomlu beinkirnar aftur, men av tí at tað kom at vera so nógv málaraarbeiði burturúr at seta teir í stand, varð gjørt av at gera nýggjar beinkir. Fyri umbyggingini stóð Øssur Olsen úr Hósvík, og Ovi Davidsen úr Hósvík smíðaði beinkirnar. Eisini varð gjørt av at fáa nýggja hitaskipan í staðin fyri gomlu el-ovnarnar. Nýggju hitaskipanina gjørdi Bjarni Hansen, ættaður úr Hósvík, búsitandi í Runavík. Men enn var ikki komið á mál. Gamla orglið var vánaligt, og ynskiligt var at fáa eitt nýtt. Heitt varð á Verland Johannesen um at byggja eitt nýtt orgul, og gjørdi hann eitt við seks røddum. Orglið kostaði umleið 180.000 kr. og varð tikið í nýtslu 13. apríl 1980. (1)Í 2014 varð farið undir eina rættiliga umfatandi umvæling av kirkjuni í Hósvík í sambandi við, at hon fór at fylla 85 ár seinni tað árið.Umframt neyðugar ábøtur og dagføringar varð kirkjan eisini útbygd ymsar vegir.Frammi í kór hevði verið heldur trongligt. Nú varð kórið víðkað soleiðis, at tað fekk somu breidd sum restin av kirkjuni. (2)Í uppíbygningi aftanfyri endaveggin omaneftir vóru sakristi, skrivstova, tekøkur og WC gjørd. Gamli endaveggurin gjørdist nú kórveggur. (3)Uppi á loftinum, har urgan stendur, hevði verið rættiliga trongligt. Nú vórðu umstøður skaptar, soleiðis at eini 12-14 fólk – kanska einamest forsangarar – kunnu sita her. (2)Stóru pípurnar hjá orglinum fingu betri pláss. Tær høvdu staðið aftanfyri orglið, tær hægstu peikaðu upp í tornið, men vórðu nú lagdar undir loftið.Tornið sjálvt varð bygt av nýggjum eftir uppruna tekningini. Fyri at spara setti man upprunaliga eitt minni torn á kirkjuna.Í sjálvari kirkjuni varð gólvið skift út, eins og ábøtur á streymviðurskifti og annað varð gjørt.Klædningurin á veggjunum innan, sum var lakerað fura, sum var modernað, tá klædningurin varð skiftur í 1970-talinum, og sum var myrknaður nakað og hevði vatnskaða, varð skiftur út. Í kirkjukjallaranum var komið fram nakrar fjalar av uppruna klædninginum innan. Heitt var á Snikkaravirkið DPR í Havn um at eftirgera uppruna klædningin, soleiðis at fjalarnar á vegginum innan nú fingu sama profil, sum var í kirkjuni, tá hon varð bygd.Kirkjuráðið valdi saman við ráðgeving frá málara at gera litirnar innan ljósar. (3)Uttari í forkirkjuni varð eitt WC gjørt, eins og møguleikar vórðu gjørdir at heingja frakkar og jakkar frá sær.Og uttanfyri varð takið, sum hevði likið í áravís, skift út. Vindeyguni vóru eisini í ringum standi og vórðu tí skift.Arkitekturin Gudmund Hansen prosjekteraði arbeiðið. Upprunaliga var kostnaðurin mettur at vera 4,2 mió. kr., men hann dýrkaði við einum 3 mió. kr. í tilgongdini. Men semja var í bygdinin um, at endaliga úrslitið varð heilt gott. (2)Upprunaliga var ætlanin, at kirkjan skuldi verða liðug og endurvígd á 85 ára degi sínum, sum var triði sunnudagur í advent í 2014. Men arbeiði dróg út, og kirkjan var tí endurvígd sunnudagin 11. desember 2016, sum var 3. sunnudagur í advent.Hátíðargudstænasta var henda dagin klokkan 11, har Jógvan Fríðriksson, bispur, og Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, sóknarprestur, tóku lut, og seinni sama dag var gudtænasta við altargongd sum Emil Olsen, prestur, ið er ættaður úr Hósvík, hevði. (4)Keldur: 1) Aref Tórsson Olsen: Hósvíkar kirkja í Palli Gregoriussen: Nýggjaru kirkjurnar, Forlagið í Stöplum 1999, s. 84-88. 2) https://www.folkakirkjan.fo/kunning/tidindi/hosvikar-kirkja-verdur-sum-nyggj 3) Samrøða við Signheðin Davidsen 30.09.25 4) https://in.fo/news-detail/kirkjuv-gsla-h-sv-k
Prædikustólur
Prædikustólurin er mannfólkamegin, í suður síðuni í kirkjuni. Hetta er eindømi í Føroyum. Kelda: Aref Tórsson Olsen: Hósvíkar kirkja í Palli Gregoriussen: Nýggjaru kirkjurnar, Forlagið í Stöplum 1999, s. 93.
Lyfta millum skip og kór
Í sambandi við umbyggingina í 2016 varð avgjørt at gera lyftu millum skip og kór, soleiðis at rørslutarnað fingu atgongd til kórið. Í onkrum øðrum kirkjum er kórsgáttin lækkað fyri at geva rørslutarnaðum atgongd, men í Hósvík liggur ventilatiónin undir gólvinum og tí varð valt at gera eina lyftu í staðin. Hon verður stýrd við fjarstýring. Júst henda loysin er ivaleyst eindømi í kongarríkinum.Kelda: Samrøða við Kristian Martin Jacobsen 22.09.25.
Kirkjugarður
Núverandi kirkjugarður er fyrsti kirkjugarður í nýggjari tíð. Áðrenn kirkjugarðurin kom, vórðu lík flutt inn til Hvalvíkar. Men tað eru meiri enn tríggir fjórðingar inn til Hvalvíkar, so eyðvitað vildu fólk sleppa undan at rógva henda teinin við líki, hóast deyðavatn er. Vanliga varð farið við báti. Báturin við kistuni róði tríggjar ferðir runt við sólini, meðan sungið varð, so róðu tveir ella tríggir bátar hvør aftan á annan.Á sumri í 1922 fóru menn so undir at gera kirkjugarð á Laðámørk, og 26. mai 1923 varð fyrsta líkið grivið í garðinum. Hetta kom at vera síðsta pliktarbeiði, ið hósvíkingar gjørdu. Hvør maður skuldi arbeiða 50 tímar. Áðrenn høvdu hósvíkingar arbeitt plikt uppá kirkjugarðin í Hvalvík. Garðurin er laðaður úr gróti, og miðskeiðis í sjeytiárunum varð vaksið um garðin norður móti Laðá. Eisini hesin nýggi parturin er úr gróti. Kelda: Aref Tórsson Olsen: Hósvíkar kirkja í Palli Gregoriussen: Nýggjaru kirkjurnar, Forlagið í Stöplum 1999, s. 92.
Skriftstøð
Skriftstað: Sí, eg standi við dyrnar og banki uppá. Um einhvør hoyrir rødd mína og letur upp dyrnar, tá skal eg fara inn til hansara og eta nátturða saman við honum, og hann við mær. (Opb.3,20)Í samband við stóru umvælingini árini 2014-2016 vórðu skriftøðini, sum høvdu verið á donskum, síðani kirkjan varð bygd, føroyskað.Kelda: Samrøða við Signheðin Davidsen 30.09.25
Skriftstað
Skriftstað: Men hann varð særdur vára synda vegna og sundurbrotin vára misgerða vegna; okkum til friðar kom revsingin niður á hann, og av sárum hans fingu vit heilsubót. (Jes. 53,5)Í samband við stóru umvælingini árini 2014-2016 vórðu skriftøðini, sum høvdu verið á donskum, síðani kirkjan varð bygd, føroyskað.Kelda: Samrøða við Signheðin Davidsen 30.09.25
Skriftstað
Skriftstað: Her er vissuliga Guðs hús og lið Himinsins! (1. Mós. 28,17)Í samband við stóru umvælingini árini 2014-2016 vórðu skriftøðini, sum høvdu verið á donskum, síðani kirkjan varð bygd, føroyskað.Kelda: Samrøða við Signheðin Davidsen 30.09.25
Skriftstað
Skriftstað: Men vit vita, at allir lutir samvirka til góða hjá teimum, sum elska Guð, teimum, sum eftir ráðagerð hansara eru kallað. (Róm. 8,28)Í samband við stóru umvælingini árini 2014-2016 vórðu skriftøðini, sum høvdu verið á donskum, síðani kirkjan varð bygd, føroyskað.Kelda: Samrøða við Signheðin Davidsen 30.09.25